Sunnudagur, 09 Oktober 2011 19:41
Tað lat seg snøgt sagt ikki gera, at senda eitt lið suður til Vágs sunnudagin, og oddaliðið FC Suðuroy vann tí uttan dyst og tryggjaði sær harvið gull í 1.deild uttan at leika.
1.liðs hópurin hjá FC Hoyvík hevur sæð betri dagar hvat tal av leikarum viðvíkur. Tað eru við góðum vilja 16 mans, sum kunnu brúkast til 1.deildarfótbolt í løtuni, og tá fimm teirra vóru staddir uttanlanda ella drógust við skaða, og tríggir aðrir lógu sjúkir, so var lítið hjá venjarinum at gera. At vit heldur ikki høvdu málmann tøkan, gjørdi ikki støðuna betur.


Ja so bleiv tað endaliga váttað. FC Hoyvík flytur niður og spælir í 2.deild í 2012.
Nú sær alt annað enn gott út hjá FC Hoyvík. Liðið tapti botnuppgerðina ímóti HB við einum máli ímóti trimum, samstundis sum EB/Streymur vann sín dyst ímóti NSÍ. Vit liva nú uppá lænta tíð í 1.deild.
Eftir lemjandi ósigurin í Vágunum leygardagin, stóð FC Hoyvík við rygginum ímóti múrinum áðrenn heimadystin ímóti Skála mikukvøldið. Ein sigur var eitt krav, og hettar vóru leikararnir klárir yvir.
Leygardagin tapti FC Hoyvík sín fimta dyst á rað, og tað var ímóti botnproppinum 07 Vestur, sum harvið fekk síni fyrstu stig í ár. Ein út av lagi vánaligur dystur frá okkara monnum, sum gjørdu sær fyri skommum ímóti veiku mótstøðuni. Endaliga úrslitið gjørdist 3-1 til 07 Vestur eftir trygga 2-0 leiðslu í hálvleikinum, og um onkur hevur sett pengar á vinnaran, kann viðkomandi heva til odds 15 við kassa 1.