Leygardagur, 13 August 2011 23:03
Hýrurin er góður í FCH-leirinum í dag, eftir ein sera tættan dyst ímóti grannunum úr HB, sum koppaði til okkara fyrimun í evstu løtu. Trý kærkomin stig eru í hús, og vit hava nú fingið eitt sindur av luft niður til hini botnliðini, áðrenn truplu uppgávurnar ímóti AB og TB komandi vikurnar.


Leygardagin tók FC Hoyvík ímóti AB. FCH hevur víst góðar taktir síðstu dystirnar, ímeðan AB farna vikuskiftið var knapt so sannførandi, so um vit skuldu skapa eitt gott úrslit ímóti einum av oddaliðunum í ár, var tíðin tann rætta.
"Fantastiskt avrik í 89 minuttir" var niðurstøðan hjá venjarinum, tá leikararnir høvdu funnið inn aftur í skiftingarrúmið eftir dystin, og orðini lýsa gongdina mikukvøldið ímillum FC Hoyvík og FC Suðuroy sera væl. Í einum dysti ímóti oddaliðnum, sum millum annað bjóðaði uppá ársins avbrennara, koyrdi tað mesta eftir okkara præmissum líka til síðstu løtu. Men tá samanumkom eydnaðist tað FC Suðuroy at sleppa sunnanfjørðs aftur við øllum stigunum.
FC Hoyvík var mikukvøldið á vitjan í Eysturoynni, har Skála tók ímóti. Skálamenn hava staðið seg sera væl í 1.deild í ár, og millum annað fingu teir 4 stig við sær úr Suðri vikurnar undan summarsteðginum, so tað var ein torfør uppgáva menninir hjá Súna Fríða skuldu loysa.
Síðstu dystirnir í fyrru helvt eru leiktir, og liðini bæði fara nú í summarferiu. Eingin venjing verður komandi tríggjar vikurnar, men hósdagin 14.juli leggja vit til brots aftur, og væntandi er ein venjingardystur á skránni leygardagin 16.juli. Á Ólavsøku er eisini planlagdur ein venjingardystur ímóti Undrinum, og møguliga verður onkur dystur afturat áðrenn kappingin av álvara fer ígongd aftur 3.august.