2-3 tap ímóti TB

Dagsins dystur varð leiktur á niðara vølli í Gundadali, har FC Hoyvík tók ímóti TB. Tvøramenn hava fingið nakrar góðar sigrar síðstu umførini, og eru eitt av teimum trimum liðunum, sum kappast um uppflyting. FC Hoyvík er harafturímóti, mest sum av vana, at finna í hinum endanum á stigatalvuni á einum 7.plássi. Uppgávan var at síggja til torfør, men als ikki ómøgulig.


 

Til Argir við samkenslu

Síðsta leygardag sá alt ljóst út hjá FC Hoyvík. Ein týdningarmikil dystur bleiv vunnin ímóti EB/Streymi, og 1.lið felagsins sá fram ímóti komandi uppgávum við bjartskygni. Men sum øllum kunnugt, broyttist alt sunnumorgunin tann 22.mai í Heystfirði.

Fótboltur hevur ikki fylt nógv í huganum á leikarum og annars fólki flest farnu dagarnar. Syndarliga vanlukkan, har tveir mans gingu burtur í aldunum, hevur skakað Føroya fólk, og FC Hoyvík bleiv eisini rakt sera meint av tilburðinum.

Okkara egni 2.liðs venjari, Sigmund Kári Hentze, var annar av monnunum, sum ikki kom afturíaftur, og hettar hevur sett síni djúpu spor ímillum leikarar og onnur, ið vara av felagnum. Trupult er at ímynda sær, at ein av okkara ikki er ímillum okkum longur, og prátið til venjingar í vikuni hevur einans snúð seg um tær løtur, vit høvdu saman við dámliga eiðismanninum, og um ta lagnu hann fekk.

Tað er tí við døpurhuga, at ein setur seg at skriva frásøgn um ein 1.deildardyst, men lívið gongur víðari, og dagsins dystur á Argjum skuldi eisini avgreiðast

 

   

Aftur á rætta kós

Veðrið var av tí besta leygardagin, tá FC Hoyvík tók ímóti teimum næstbestu hjá EB/Streymi. Hoyvíkingar høvdu til uppgávu at reisa seg eftir lemjandi ósigurin týskvøldið ímóti Skála, og dysturin hevði eisini sera stóran týdning, um hugt verður at stigatalvuni. Áðrenn dystin hevði FCH einans fingið skavað 7 stig saman eftir 7 dystum, og um tað endaði við enn einum ósigri, vildi niðurflytingarstrikan av álvara andað liðið í nakkan. Skaðar, karantenur og avboð førdu við sær, at fleiri broytingar vóru at síggja á liðnum, og eitt nú hevði venjarin valt at seta seg sjálvan fram í álopið.

   

Eyðmýktir av skálamonnum

Uppgerðin í 1.deild í Gundadali týskvøldið ímillum FC Hoyvík og Skála hevði stóran týdning fyri bæði feløgini. 7 stig stóðu á kontoini hjá liðunum áðrenn dystin, og fyri at blanda seg uppí kappingina í ovari helvt av deildini, var kravið til báðar partar ein sigur. Ein javnur dystur var í væntu, men tá avtornaði vunnu skálamenn greitt og uppiborið, ímeðan FC Hoyvík leikararnir sita eftir við ongum, og kunnu saman við venjarinum hugsa um orðsøkinar til, at so skuldi verða.

 

   

So fekk 2.deild stig

Tað var ikki hissini dystur áskoðararnir vóru vitni til í Gundadali leygardagin, tá annað lið hjá FC Hoyvík spældi sín fimta dyst á árinum. Mótstøðuliðið var B36, sum undan kappingini hevði sett sær fyri at rykkja eina deild hægri upp, og teir løgdu eisini út sum eitt óløgið. B36 sat á øllum fyrstu løtuna, og álopini skolaðu oman yvir nýggju verjuna hjá FC Hoyvík. Eftir 20 minuttum var støðan 3-0 til B36, og einki bendi á, at FCH skuldi fáa nakað sum helst burturúr hendan dystin.

 

   

Síða 5 av 7

Støðan 1.deild 

 Nr. 
 Liðd
 Stig 
1. FC Suðuroy27
 70
2. TB27 61
3. AB27 61
4. Skála27
 40
5. NSÍ27 38
6. HB27
 33
7. Víkingur27
 31
8. EB/Streymur27
 31
9. FC Hoyvík27
 26
10. 07 Vestur
27
  0

Máltindurin  

 1.deild  mál 
 Jan Laursen8
 Bogi á Borg4
 Eyðun Højgaard4
 Jørgin Meitilberg3
 Jónar Dahl3
 Ken Nónklett3
 Tony Rasmussen2
 Jón Brekku2
 Jákup Lamhauge2
 Jákup Martin Joensen
2
 Súni Fríði Johannesen2
 Sunnleif Jacobsen1
 Høgni Warberg
1
  
 2.deildmál
 Tróndur Arge3
 Allan Enghamar3
 Eyðun Højgaard2
 Jákup Lamhauge2
 Jákup Martin Joensen   1
 Alexandur Hentze
1
 Jan Berg Jørgensen
1
 Áki Mortensen1
 John Eystberg
1
 Leivur Simonsen1
 Ken Nónklett1
 Jan Laursen
1
 Hans Jacob Thomsen
1

1. lið

Komandi dystur:

2.deild

Mars 2012

2.lið

Komandi dystur:

3.deild

Apríl 2012

Tín meining

Hvat er, hóast alt, verðins allar besta fótboltslið ?

Okkara stuðlar

 

 

Hevur tú hug at standa her ?
Set teg í samband við okkum.