Leygardagur, 20 August 2011 19:16
Leygardagin tók FC Hoyvík ímóti AB. FCH hevur víst góðar taktir síðstu dystirnar, ímeðan AB farna vikuskiftið var knapt so sannførandi, so um vit skuldu skapa eitt gott úrslit ímóti einum av oddaliðunum í ár, var tíðin tann rætta.
Men dysturin lagaði seg tíverri ikki, sum vit høvdu vónað. Vit fingu ein fyrra hálvleiki, har AB stýrdi meginpartin av spælinum og ein seinna hálvleik, har FCH gamaní kom nógv betur við, men ongantíð veruliga fekk skapt spenning um endaliga úrslitið.
Dysturin byrjaði nøkunlunda javnt, men tað tók ikki langa tíð áðrenn AB fekk um endan og bleiv spælstýrandi. Teir høvdu boltin nógv á miðjuni og settu nógva ferð á uppspælið niðan á vengurnar, har bakkarnir eisini komu væl við. Trýstið var tó yvirkomiligt hjá FCH-verjuni, tí AB kom ongantíð i nánd av einum málmøguleika, og vit skuldu heilt út í 25.minutt, áðrenn ein endiliga fall, og tá var tað í okkara lut.Jóhan berjir seg ígjøgnum úti í vinstru síðu, og fær til síðst prika boltin uppá tvørs til Svenning. Hann fekk eitt frítt skot úr 18 metrum mitt fyri, men uppum. Hettar var nokk einastu ferð vit hóttu AB málið av álvara í fyrra hálvleiki. Nøkur hornaspørk vóru, sum mundu blivið farlig, men AB hevði væl meira at bjóða uppá, og síðstu 20 minuttirnar áttu teir allar.
AB fekk nøkur fríspørk beint uttanfyri okkara 16-metur, og eitt heldur bíligt eitt av slagnum førdi til fyrsta málið. Alt bendi á at Milan skuldi skjóta boltin uppum múrin, men snildisliga skjýtur hann flatt í mótsatta horn og fangar Predrag á skeiva beininum. 1-0 til AB.
Lítla løtu seinni eru teir nær við at økja. Stig Roar Søbstad broderar seg niðan ígjøgnum miðjuna og miðverjuna og gerst leysur við málverjanum, men í evstu løtu kemur Jón S. skreiðandi og taklar boltin út til horna. Beint aftaná er Jobin Drangastein tætt við at beina eitt innlegg úr høgru í málið, og stutt fyri hálvleik gekk ikki longur hjá FCH. Høgri bakkur hjá AB kemur heilt fram í hornið og leggur hart og flatt innfyri til Ebbe Kristin, sum placerar boltin í málið úr stuttari frástøðu.
Hálvleiksstøðan var 2-0 til AB, og fult uppiborið mugu vit viðganga. FCH megnaði sjáldan at spæla seg fram til nakað nevnivert, og menn føldu seg ofta óneyðuga stressaðar, tá teir høvdu boltin í uppspælinum. Loysnin gjørdist ofta høgar sendingar fram til Jørgen í álopinum, og har hevði AB-verjan gott stýr á.
Í seinna hálvleiki kom FCH nógv betur við. AB megnaði als ikki at halda dampin uppi á sama hátt sum áður, og vit kunnu telja fleiri stórar málmøguleikar til heimaliðið síðstu 45 minuttirnar. Jan Laursen fekk, hóast sín skaða, kjansin frá byrjan av seinna hálvleiki, og eftir 10 minuttum á vøllinum mundi hettar givið úrslit. Jón S kemur væl fram við í vinstru síðu, spælir eitt tvey og sendir síðani boltin flatt inn í máltegin. Har avsluttar Jan resolut, men uppum. Løtu seinni ger Jóhan um seg, tá hann spælir Jan leysan mitt fyri, men aftur fór skotið uppum.
AB hótti eisini í hinum endanum. Meira enn tí einu ferðina komu teir í góðar støður, nú tá FCH satsaði offensivt, og í 70.minutti mundi Predrag givið teimum sigurin. Hann fær eina afturlegging, men gevur sær ov góða tíð. Bolturin endar hjá Stig Roar, sum úr 35 metrum bert skal raka tóma málið, men til alla lukku við síðunar av.
Jóhan var síðani tætt við at beina eitt innlegg úr vinstru í netið, og løtu seinni eydnaðist endiliga FCH at fáa løn fyri stríðið. Sunnleif sendir eitt fríspark innfyri, og har kemur Jan sendandi og skallar boltin hegnisliga í síðunetið til 1-2. Men too little too late. Bert ein minuttur pluss tað leysa var eftir at leika, og FCH kom ikki nærri enn tað sama.
AB vann uppiborið, men teir livdu lívið farligt í øðrum hálvleiki. 2-0 er ikki nøkur trygg leiðsla, og teir kunnu prísa seg lukkuligar fyri at FCH ikki fekk minkað um munin fyrr - møguleikarnir vóru til tað. FCH má nú reisa seg aftur til trupla útidystin í næstu viku ímóti TB.
Hagtøl frá dagsins dysti síggjast her.
TH
Støðan 1.deild
| Nr. | Lið | d | Stig |
| 1. | FC Suðuroy | 27 | 70 |
| 2. | TB | 27 | 61 |
| 3. | AB | 27 | 61 |
| 4. | Skála | 27 | 40 |
| 5. | NSÍ | 27 | 38 |
| 6. | HB | 27 | 33 |
| 7. | Víkingur | 27 | 31 |
| 8. | EB/Streymur | 27 | 31 |
| 9. | FC Hoyvík | 27 | 26 |
| 10. | 07 Vestur | 27 | 0 |
Máltindurin
| 1.deild | mál |
| Jan Laursen | 8 |
| Bogi á Borg | 4 |
| Eyðun Højgaard | 4 |
| Jørgin Meitilberg | 3 |
| Jónar Dahl | 3 |
| Ken Nónklett | 3 |
| Tony Rasmussen | 2 |
| Jón Brekku | 2 |
| Jákup Lamhauge | 2 |
| Jákup Martin Joensen | 2 |
| Súni Fríði Johannesen | 2 |
| Sunnleif Jacobsen | 1 |
| Høgni Warberg | 1 |
| 2.deild | mál |
| Tróndur Arge | 3 |
| Allan Enghamar | 3 |
| Eyðun Højgaard | 2 |
| Jákup Lamhauge | 2 |
| Jákup Martin Joensen | 1 |
| Alexandur Hentze | 1 |
| Jan Berg Jørgensen | 1 |
| Áki Mortensen | 1 |
| John Eystberg | 1 |
| Leivur Simonsen | 1 |
| Ken Nónklett | 1 |
| Jan Laursen | 1 |
| Hans Jacob Thomsen | 1 |

