Sunnudagur, 28 August 2011 23:28
1.lið felagsins var sunnudagin á vitjan í Hvalba, har TB tók ímóti, og úrslitið av dystinum gjørdist 2-0 til heimaliðið. Heimasíðan var ikki á staðnum, men sum skilst, var talan um eitt ávíst TB trýst fyrstu løtuna, og hareftir ein javnan dyst, har tvøramenn samanlagt betur dugdu at útnytta málmøguleikarnar.
TB kom á odda tíðliga í dystinum, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki øktu teir um leiðsluna til 2-0. Støðan helt sær allan dystin, hóast bæði liðini fingu góð tilboð framman fyri málið hjá mótstøðuni. Millum annað fekk debutanturin Súni Fríði Barbá ein 100% kjans ta løtuna, hann var á vøllinum.
Ein annar debutantur var at finna í málinum hjá FC Hoyvík, nú Predrag hevur fingið ein skaða. Tað var Thomas Juul Thomsen, sum AB hava verið so beinasamir at útleigað til okkum til henda eina dystin. Thomas stóð ein feilfrían dyst, og so vita vit hvussu ein evt. málmanstrupulleiki skal loysast næstu ferð.
Annars er at siga um dystin, at hettar var tann síðsti hjá Jóhan V. Gunnarsson á hesum sinni. Jóhan hevur hjálpt liðnum síðani summarsteðgin, og hevur verið sera eyðsýndur á vøllinum. Her hevur venjarin eitt stórt hol at fylla til komandi avbjóðingar.
Hóast tapið í dag, so liggur FC Hoyvík enn á 7.plássi í 1.deild. Hini úrslitini lagaðu seg væl fyri okkara viðkomandi, tá bæði HB og EB/Streymur taptu sínar dystir. Holið niður til EB/Streym á 9.plássi er enn 4 stig, men FCH kann sjálvsagt ikki dúva uppá at hini botnliðini tapa hvørja fer, so vónandi megna vit at skava nógv stig saman næstu dystirnar, og harvið sjálvir avgera okkara lagnu í deildini.
Hagtøl frá dagsins dysti síggjast her.
TH
Støðan 1.deild
| Nr. | Lið | d | Stig |
| 1. | FC Suðuroy | 27 | 70 |
| 2. | TB | 27 | 61 |
| 3. | AB | 27 | 61 |
| 4. | Skála | 27 | 40 |
| 5. | NSÍ | 27 | 38 |
| 6. | HB | 27 | 33 |
| 7. | Víkingur | 27 | 31 |
| 8. | EB/Streymur | 27 | 31 |
| 9. | FC Hoyvík | 27 | 26 |
| 10. | 07 Vestur | 27 | 0 |
Máltindurin
| 1.deild | mál |
| Jan Laursen | 8 |
| Bogi á Borg | 4 |
| Eyðun Højgaard | 4 |
| Jørgin Meitilberg | 3 |
| Jónar Dahl | 3 |
| Ken Nónklett | 3 |
| Tony Rasmussen | 2 |
| Jón Brekku | 2 |
| Jákup Lamhauge | 2 |
| Jákup Martin Joensen | 2 |
| Súni Fríði Johannesen | 2 |
| Sunnleif Jacobsen | 1 |
| Høgni Warberg | 1 |
| 2.deild | mál |
| Tróndur Arge | 3 |
| Allan Enghamar | 3 |
| Eyðun Højgaard | 2 |
| Jákup Lamhauge | 2 |
| Jákup Martin Joensen | 1 |
| Alexandur Hentze | 1 |
| Jan Berg Jørgensen | 1 |
| Áki Mortensen | 1 |
| John Eystberg | 1 |
| Leivur Simonsen | 1 |
| Ken Nónklett | 1 |
| Jan Laursen | 1 |
| Hans Jacob Thomsen | 1 |

